Vit bjóða

Niðanfyri sæst hvørjar stovir ið kunnu leigast til ymisk tiltøk. Til ber at leiga heilar hæddir ella einkultar stovir hvør sær.

Á miðhæddini húsast havastovan, fundarstovan, spísustovan og karnappstovan.

 

Karnappstovan:

KarnappstovanKarnappstovan er hjarta á gamla hotellinum, hetta er stovan har okkara gestir møtast, heilsast og skiljast.

Henda stova er kvadratisk við einum karnappi oman í móti sjónum, har til ber at sita dagin langan og droyma seg burt, út á sjógv ella niðan um hagagarð.

Við sínum vøkru skápum, chatolli og konsolborðum úr rósintræð, hevur henda stova eisini tær serstøku grønu Christian IX plyss sofurnar við tilhoyrandi 8 stólum  sum boða frá ríkari søgu av Amalienborg.

Somuleiðis hevur henda stova atgongd til spísustovuna, fundarstovuna og geingina, og er hetta orðsøkin til at hon er tað mest nýtta rúmi á Gamla Hotellinum.

 

 Fundarstovan:

fundarstovanEystasti endin á hotellinum er alt eitt rúm, hóast hetta ikki upprunaliga var soleiðis. Hetta rúm er sera væl egna til fundir og fyrilestrar, og her hava vit eitt stórt fundarborð sum kann hýsa upp til 22 fólk, eisini hava vit alla nýtímans útgerð hesum viðvíkjandi.

Fundarstovan er sett saman av upprunaligum møblum sum eru tilevnaðir av kenda danska snikkaranum Johannes Larssen, sum var sera væl umtóktur frá 1940 til og við 1950.

 

 

 

 

 

Spísustovan:

spísustovanHenda stova er tann minsta av okkara fýra stovun.

Stovan er upprunaliga tilgjørd til 6 gestir, men hóast hetta er møguligt at skoyta uppi borið soleiðis at hon kann rúma 8 gestum.

Hesir spísu stovu møblar stóðu hjá Hans og Mariu Hansen í Sandavági vanliga nevndur “møbil Hans” hetta komst av at hann í mong ár seldi møblar, og keyptu hann og konan hetta spísustovu settið úr Norra uml 1955.

Spísistovan er eisini tann einasta stovan sum hevur atgongd til altanina oman ímóti sjónum, har mynd er tikin av Fredrik kongi saman við konu og døtrum  á Føroya vitjan í 1959.

 

 

Havastovan:

havastovanVið sínum óteljandi grønu litum sum prýða veggir, gólv, gardinur og plantur saman við teimum mongu vindeygunum kennist tað sum náttúran og stovan gerast ein heild.

Hetta er uttan iva tað rúmið á hotellinum sum mest orka er løgd í, veggir og gólv eru hond málaðir við serligum mynstri. Her hava vit  so vítt gjørligt roynt og skapa eitt rúm við hugnaligari atmosferu og har gestir okkara veruliga kenna frið, og verður henda stova nýtt til morgunmatar stovu til og til matarsteðg tá fundarvirksemi er

Við tað gamla spísuborði, standa teir 14 eiki- stólarnir hjá Christian IX .  sum upprunaliga stava frá á Amailenborg, og  prýða enn meir og geva søgu til stovuna

Premium Wordpress Themes by UFO Themes