Tiltøk

Øll offentlig tiltøk sum verða hildin á Magenta

< 2016 >
February
  • 06
    06.February.Saturday

    Fastalávints hugnakvøld!

    00:15 -03:00
    2016.02.06-2016.02.07
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Leygarkvøldið 6. feb kl 22:00 verður fastalávints HUGNAkvøld á Magenta – gamla hotellið í Miðvági.

    Spøkilsir, formaldehýd krukkir og flogmýs…ja, hvør veit, kanska verður enntá eitt geyl at hoyra úr myrkrinum! Frálíkur hugni..brrrrr..

  • 17
    17.February.Wednesday

    Filosofisk Salon - evni: Siðmenning (dannilisi)

    20:00 -22:00
    2016.02.17
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Filosofisk Salon – evni: Siðmenning (dannilisi)

    Filosofisk salon Magenta, gamla hotellinum í Miðvági

    Reyðvín, breyð, ostur og ein eitt sindur nørdut samrøða. Við íblástri frá París í 1920unum, og frá tílíkum tiltøkum í Keypmannahavn, verða seks filosofiskar salonir á kaféini á Gamla Hotellinum í Miðvági komandi mánaðarnar. Her fáa vit eitt innlit í hetta fyri mong eitt sindur óvikomandi og torskilta øki. Tí hvat er heimsspeki ella filosofi? Hevur filosofi nakað við meg at gera? Og er heimspekin ein partur av míni tilveru? Fyri at kannað hetta nærri, ert tú boðin inn í eitt lívsfilosofiskt rúm við framløgum og samrøðum, ið taka útgangsstøði í einum filosofiskum hugtaki hvørja ferð á einum støði, har øll kunnu vera við, og við evnum, ið viðkoma okkum øll. Kvøldini byrja við einum uppleggi um evnið fyri kvøldið við heimspekinginum, Jógvan Dalbø Hansen. Síðan eru samrøður og møguleiki fyri at seta spurningar. Onkustaðni ímillum alt hetta er sjálvsagt tíð til eitt glas av víni og einum lítlum sigarsteðgi.

    Atgongumerki á 150,- kunnu bíleggjast á tlf. +298 286408 / +298 220885 ella senda mail til infokurlanmagenta.fo

    Til ber eisini at senda ein mail til facebook síðuna okkum – Magenta, gamla hotellið í Miðvági.

     

  • 19
    19.February.Friday

    P-Dagur á Magenta - gamla hotellinum í Miðvági

    23:00 -03:00
    2016.02.19-2016.02.20
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
    Fríggjadagin 19 Feb fejra vit P-dag á Magenta – Gamla hotellið í Miðvági.
    Frá kl 23:00 til kl 24:00 kanst tú nýta høvið at royna nýggju páska ølina hjá Føroya Bjor fyri bert 1kr per stk.

Oct 2, 2015 | Posted by in | Comments Off on Tiltøk
Premium Wordpress Themes by UFO Themes