Øll offentlig tiltøk sum verða hildin á Magenta
- 0303.December.Thursday
Morgunkaffi og fyrilesturin - Exodus, søga jødanna 2. partur við Sonna Smith
Magenta - Gamla Hotellið í MiðvágiJatnavegur, Sandavágur, FøroyarHósmorgunin 3 Des. kl. 10.00 – 12.00 verður aftur morgunkaffi.
Fyri einans 75,- fær tú morgunmat við runstykkjum, kaffi, te, juice v.m. umframt sera forkunnuga og áhugaverda fyrilesturin, EXODUS, ið Sonne Smith stendur fyri kl. 11.00.
Fyrilesturin snýr seg um søgu jødanna fyri, í og eftir seinna heimsbardaga.
Vit gleða okkum at síggja tykkum 🙂
- 1515.December.Tuesday
Fyrilestur - Sonne Smith - Exodus, søga jødanna 1. partur
Magenta - Gamla Hotellið í MiðvágiJatnavegur, Sandavágur, FøroyarTýsdagin 15. Des. klokkan 20.00 verður aftur kvøldarfyrilestur um 2. Veraldarbardaga á Magenta.
Sonne Smith kemur at greiða frá um søgu jødanna fyri, í og eftir seinna heimsbardaga (1. partur).
Prísur: 100 kr
Kaffi og kaka er við í prísinum. - 1616.December.Wednesday
Filosofisk Salon - evni: Takksemi
Magenta - Gamla Hotellið í MiðvágiJatnavegur, Sandavágur, FøroyarFilosofisk Salon – evni: Takksemi
Filosofisk salon Magenta, gamla hotellinum í Miðvági
Reyðvín, breyð, ostur og ein eitt sindur nørdut samrøða. Við íblástri frá París í 1920unum, og frá tílíkum tiltøkum í Keypmannahavn, verða seks filosofiskar salonir á kaféini á Gamla Hotellinum í Miðvági komandi mánaðarnar. Her fáa vit eitt innlit í hetta fyri mong eitt sindur óvikomandi og torskilta øki. Tí hvat er heimsspeki ella filosofi? Hevur filosofi nakað við meg at gera? Og er heimspekin ein partur av míni tilveru? Fyri at kannað hetta nærri, ert tú boðin inn í eitt lívsfilosofiskt rúm við framløgum og samrøðum, ið taka útgangsstøði í einum filosofiskum hugtaki hvørja ferð á einum støði, har øll kunnu vera við, og við evnum, ið viðkoma okkum øll. Kvøldini byrja við einum uppleggi um evnið fyri kvøldið við heimspekinginum, Jógvan Dalbø Hansen. Síðan eru samrøður og møguleiki fyri at seta spurningar. Onkustaðni ímillum alt hetta er sjálvsagt tíð til eitt glas av víni og einum lítlum sigarsteðgi.
Atgongumerki á 150,- kunnu bíleggjast á tlf. +298 504959 / +298 286408 ella senda mail til info@magenta.fo.
Til ber eisini at senda ein mail til facebook síðuna okkum – Magenta, gamla hotellið í Miðvági.
Filofiskar Salonir 2015/16
Skrá:
16.09.15 kl. 20.00 – 22.00: Longsul
14.10.15kl. 20.00 – 22.00: Skomm
18.11.15 kl. 20.00 – 22.00: Frælsi
16.12.15 kl. 20.00 – 22.00: Takksemi
13.01.16kl. 20.00 – 22.00: Tvídráttur (splittelse)
17.02.16 kl. 20.00 – 22.00: Siðmenning (dannilisi)