Tiltøk

Øll offentlig tiltøk sum verða hildin á Magenta

< 2015 >
November
  • 06
    06.November.Friday

    J-Dagur á Magenta - gamla hotellinum í Miðvági

    23:00 -04:00
    2015.11.06-2015.11.07
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
    Fríggjadagin 6 Nov fejra vit J-dag á Magenta – Gamla hotellinum í Miðvági.
    Klokkan 23:00 kanst tú nýta høvið at royna nýggju Jóla ølina hjá Føroya Bjor!
    Jákup Gardar og Sonni Ragnar spæla góðan akustiskan rock tónleik.
    Glaði tímin er frá 24:00 til 01:00 – Øl + Shot = 50 kr.
  • 13
    13.November.Friday

    Fólka-blues kvøld við Sámal Ravnsfjall

    23:00 -04:00
    2015.11.13-2015.11.14
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Fríggjakvøldið 13 Nov. klokka 23:00 verður fólka- og bluestónleikur, við Føroyskum íblástri, frá Sámal Ravnsfjall.

    Kom og hugna tær við Sámal og einum Cap. Morgan.

    “Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Veðr + skot = 50 kr

  • 14
    14.November.Saturday

    Janus á Húsagarði og vinfólk

    23:00 -04:00
    2015.11.14-2015.11.15
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Leygarkvøldið 14 Nov. klokkan 23:00 kemur Janus á Húsagarði at spæla guitar á Magenta – gamla hotellinum í Miðvági.

    Við sær hevur hann Brenna McCormick Jacobsen úr California at syngja, og Brandur Jacobsen at spæla slagverk.

    Kom og nýt tann góða Írska tónleikin við einum glasið av Tullamore.

    “Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Black Sheep + skot = 50 kr

  • 18
    18.November.Wednesday

    Filosofisk Salon - evni: Frælsi

    20:00 -22:00
    2015.11.18
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Filosofisk Salon – evni: Frælsi

    Filosofisk salon Magenta, gamla hotellinum í Miðvági

    Reyðvín, breyð, ostur og ein eitt sindur nørdut samrøða. Við íblástri frá París í 1920unum, og frá tílíkum tiltøkum í Keypmannahavn, verða seks filosofiskar salonir á kaféini á Gamla Hotellinum í Miðvági komandi mánaðarnar. Her fáa vit eitt innlit í hetta fyri mong eitt sindur óvikomandi og torskilta øki. Tí hvat er heimsspeki ella filosofi? Hevur filosofi nakað við meg at gera? Og er heimspekin ein partur av míni tilveru? Fyri at kannað hetta nærri, ert tú boðin inn í eitt lívsfilosofiskt rúm við framløgum og samrøðum, ið taka útgangsstøði í einum filosofiskum hugtaki hvørja ferð á einum støði, har øll kunnu vera við, og við evnum, ið viðkoma okkum øll. Kvøldini byrja við einum uppleggi um evnið fyri kvøldið við heimspekinginum, Jógvan Dalbø Hansen. Síðan eru samrøður og møguleiki fyri at seta spurningar. Onkustaðni ímillum alt hetta er sjálvsagt tíð til eitt glas av víni og einum lítlum sigarsteðgi.

    Atgongumerki á 150,- kunnu bíleggjast á tlf. +298 504959 / +298 286408 ella senda mail til info@magenta.fo.

    Til ber eisini at senda ein mail til facebook síðuna okkum – Magenta, gamla hotellið í Miðvági.

    Filofiskar Salonir 2015/16

    Skrá:

    16.09.15 kl. 20.00 – 22.00: Longsul
    14.10.15kl. 20.00 – 22.00: Skomm
    18.11.15 kl. 20.00 – 22.00: Frælsi
    16.12.15 kl. 20.00 – 22.00: Takksemi
    13.01.16kl. 20.00 – 22.00: Tvídráttur (splittelse)
    17.02.16 kl. 20.00 – 22.00: Siðmenning (dannilisi)

  • 20
    20.November.Friday

    Holgar spælur lívligan rock tónleik

    23:00 -03:00
    2015.11.20-2015.11.21
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Fríggjakvøldið 20 nov. klokkan 23:00 kemur Holgar Jacobsen at spæla guitar á Magenta – Gamla hotellinum í Miðvági.

    Við sær hevur hann Finn Joen-Jacobsen, ið spælur slagverk, og John Edvin Joensen, ið spælur bass.

    Kom ein túr framvið og fá tær Screwdriver!

    “Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Classic + skot = 50 kr

Oct 2, 2015 | Posted by in | Comments Off on Tiltøk
Premium Wordpress Themes by UFO Themes