Øll offentlig tiltøk sum verða hildin á Magenta
- 1515.November.SundayNo events
- 1616.November.MondayNo events
- 1717.November.TuesdayNo events
- 1818.November.Wednesday
Filosofisk Salon - evni: Frælsi
Jatnavegur, Sandavágur, FøroyarFilosofisk Salon – evni: Frælsi
Filosofisk salon Magenta, gamla hotellinum í Miðvági
Reyðvín, breyð, ostur og ein eitt sindur nørdut samrøða. Við íblástri frá París í 1920unum, og frá tílíkum tiltøkum í Keypmannahavn, verða seks filosofiskar salonir á kaféini á Gamla Hotellinum í Miðvági komandi mánaðarnar. Her fáa vit eitt innlit í hetta fyri mong eitt sindur óvikomandi og torskilta øki. Tí hvat er heimsspeki ella filosofi? Hevur filosofi nakað við meg at gera? Og er heimspekin ein partur av míni tilveru? Fyri at kannað hetta nærri, ert tú boðin inn í eitt lívsfilosofiskt rúm við framløgum og samrøðum, ið taka útgangsstøði í einum filosofiskum hugtaki hvørja ferð á einum støði, har øll kunnu vera við, og við evnum, ið viðkoma okkum øll. Kvøldini byrja við einum uppleggi um evnið fyri kvøldið við heimspekinginum, Jógvan Dalbø Hansen. Síðan eru samrøður og møguleiki fyri at seta spurningar. Onkustaðni ímillum alt hetta er sjálvsagt tíð til eitt glas av víni og einum lítlum sigarsteðgi.
Atgongumerki á 150,- kunnu bíleggjast á tlf. +298 504959 / +298 286408 ella senda mail til info@magenta.fo.
Til ber eisini at senda ein mail til facebook síðuna okkum – Magenta, gamla hotellið í Miðvági.
Filofiskar Salonir 2015/16
Skrá:
16.09.15 kl. 20.00 – 22.00: Longsul
14.10.15kl. 20.00 – 22.00: Skomm
18.11.15 kl. 20.00 – 22.00: Frælsi
16.12.15 kl. 20.00 – 22.00: Takksemi
13.01.16kl. 20.00 – 22.00: Tvídráttur (splittelse)
17.02.16 kl. 20.00 – 22.00: Siðmenning (dannilisi) - 1919.November.ThursdayNo events
- 2020.November.Friday
Holgar spælur lívligan rock tónleik
Jatnavegur, Sandavágur, FøroyarFríggjakvøldið 20 nov. klokkan 23:00 kemur Holgar Jacobsen at spæla guitar á Magenta – Gamla hotellinum í Miðvági.
Við sær hevur hann Finn Joen-Jacobsen, ið spælur slagverk, og John Edvin Joensen, ið spælur bass.
Kom ein túr framvið og fá tær Screwdriver!
“Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Classic + skot = 50 kr
- 2121.November.Saturday
Sámal Ravnsfjall trívur í!
Jatnavegur, Sandavágur, FøroyarLeygarkvøldið 21. nov. klokkan 23:00 trívir Sámal Ravnsfjall enn einaferð í fólka-blues tónar á Magenta – Gamla Hotellinum í Miðvági.
Cap. Morgan hugnaði sær óført seinasta vikuskifti, so hann hevur verið og fylt á aftur.
“Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Gull + skot = 50 kr.