Øll offentlig tiltøk sum verða hildin á Magenta
Sun
Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
1
2
3
4
5
6
J-Dagur á Magenta – gamla hotellinum í Miðvági
23:00 -04:00
2015.11.06-2015.11.07
Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
Fríggjadagin 6 Nov fejra vit J-dag á Magenta – Gamla hotellinum í Miðvági.
Klokkan 23:00 kanst tú nýta høvið at royna nýggju Jóla ølina hjá Føroya Bjor!
Jákup Gardar og Sonni Ragnar spæla góðan akustiskan rock tónleik.
Glaði tímin er frá 24:00 til 01:00 – Øl + Shot = 50 kr.
7
8
9
10
11
12
13
Fólka-blues kvøld við Sámal Ravnsfjall
23:00 -04:00
2015.11.13-2015.11.14
Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
Fríggjakvøldið 13 Nov. klokka 23:00 verður fólka- og bluestónleikur, við Føroyskum íblástri, frá Sámal Ravnsfjall.
Kom og hugna tær við Sámal og einum Cap. Morgan.
“Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Veðr + skot = 50 kr
14
Janus á Húsagarði og vinfólk
23:00 -04:00
2015.11.14-2015.11.15
Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
Leygarkvøldið 14 Nov. klokkan 23:00 kemur Janus á Húsagarði at spæla guitar á Magenta – gamla hotellinum í Miðvági.
Við sær hevur hann Brenna McCormick Jacobsen úr California at syngja, og Brandur Jacobsen at spæla slagverk.
Kom og nýt tann góða Írska tónleikin við einum glasið av Tullamore.
“Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Black Sheep + skot = 50 kr
15
16
17
18
Filosofisk Salon – evni: Frælsi
20:00 -22:00
2015.11.18
Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
Filosofisk Salon – evni: Frælsi
Filosofisk salon Magenta, gamla hotellinum í Miðvági
Reyðvín, breyð, ostur og ein eitt sindur nørdut samrøða. Við íblástri frá París í 1920unum, og frá tílíkum tiltøkum í Keypmannahavn, verða seks filosofiskar salonir á kaféini á Gamla Hotellinum í Miðvági komandi mánaðarnar. Her fáa vit eitt innlit í hetta fyri mong eitt sindur óvikomandi og torskilta øki. Tí hvat er heimsspeki ella filosofi? Hevur filosofi nakað við meg at gera? Og er heimspekin ein partur av míni tilveru? Fyri at kannað hetta nærri, ert tú boðin inn í eitt lívsfilosofiskt rúm við framløgum og samrøðum, ið taka útgangsstøði í einum filosofiskum hugtaki hvørja ferð á einum støði, har øll kunnu vera við, og við evnum, ið viðkoma okkum øll. Kvøldini byrja við einum uppleggi um evnið fyri kvøldið við heimspekinginum, Jógvan Dalbø Hansen. Síðan eru samrøður og møguleiki fyri at seta spurningar. Onkustaðni ímillum alt hetta er sjálvsagt tíð til eitt glas av víni og einum lítlum sigarsteðgi.
Atgongumerki á 150,- kunnu bíleggjast á tlf. +298 504959 / +298 286408 ella senda mail til info@magenta.fo.
Til ber eisini at senda ein mail til facebook síðuna okkum – Magenta, gamla hotellið í Miðvági .
Filofiskar Salonir 2015/16
Skrá:
16.09.15 kl. 20.00 – 22.00: Longsul 14.10.15kl. 20.00 – 22.00: Skomm 18.11.15 kl. 20.00 – 22.00: Frælsi 16.12.15 kl. 20.00 – 22.00: Takksemi 13.01.16kl. 20.00 – 22.00: Tvídráttur (splittelse) 17.02.16 kl. 20.00 – 22.00: Siðmenning (dannilisi)
19
20
Holgar spælur lívligan rock tónleik
23:00 -03:00
2015.11.20-2015.11.21
Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
Fríggjakvøldið 20 nov. klokkan 23:00 kemur Holgar Jacobsen at spæla guitar á Magenta – Gamla hotellinum í Miðvági.
Við sær hevur hann Finn Joen-Jacobsen, ið spælur slagverk, og John Edvin Joensen, ið spælur bass.
Kom ein túr framvið og fá tær Screwdriver!
“Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Classic + skot = 50 kr
21
Sámal Ravnsfjall trívur í!
23:00 -04:00
2015.11.21-2015.11.22
Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
Leygarkvøldið 21. nov. klokkan 23:00 trívir Sámal Ravnsfjall enn einaferð í fólka-blues tónar á Magenta – Gamla Hotellinum í Miðvági.
Cap. Morgan hugnaði sær óført seinasta vikuskifti, so hann hevur verið og fylt á aftur.
“Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Gull + skot = 50 kr.
22
23
24
25
26
27
Janus á Húsagarði og vinfólk
23:00 -04:00
2015.11.27-2015.11.28
Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
Fríggjakvøldið 27 nov. klokkan 23:00, kemur Janus á Húsagarði at spæla guitar á Magenta – Gamla Hotellinum í Miðvági.
Við sær hevur hann loynilig vinfólk!
Kom og njót góðan Írskan tónleikin við einum glasi av Tullamore.
“Glaði tímin” er frá 24:00 – 01:00 – Veðr + skot = 50 kr
28
Jákup Gardar og Sonni Ragnar spæla nakrar góðar!
23:00 -04:00
2015.11.28-2015.11.29
Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar
Leygarkvøldið 28 nov klokkan 23:00, koma Jákup Gardar og Sonni Ragnar at spæla eitt sindur av rokktónleiki!
Kanska ein G & T ikki hevði verið heilt burturvið!
Glaði tímin er frá 24:00 til 01:00 – Øl + Shot = 50 kr.
29
30
December
December
December
December
December