Øll offentlig tiltøk sum verða hildin á Magenta
- 1717.October.Saturday
Konsert við Piu og Ovin
Jatnavegur, Sandavágur, FøroyarLeygarkvøldið 17 Okt verður forkunnug konsert við Duettini, ið er mannað av Vestmenninginum, Ovin Klein Olsen og donsku Piu Kamp Brincker.
Tey bæði hava spælt saman í fleiri ár, og eisini givið út fløgu. Nú eru tey á konsertferð í Føroyum, og koma m.a. á vitjan á Gamla Hotellinum í Miðvági, har tey fara at spæla egin løg, men tulka eisini løg hjá øðrum tónleikarum.
Konsertin er ókeypis, og til ber at ognað sær signeraði eintøk av fløgu teirra hetta kvøldið.
Nærri upplýsingar fáast við at vitja heimasíðu teirra á www.duetten.dk
Pia hevur í løtuni ein sang – ‘I musikkens favn’ – inni til atkvøðu umvegis Dansktoppen, har til ber at geva henni eina atkvøðu.
Rannvá Vesturklett, Remi og Einar spæla leygarkvøldið!
Jatnavegur, Sandavágur, FøroyarLeygarkvøldið fara Rannvá Vesturklett, Remi Hansen og Einar Vesturklett at fylla kafé’ina við góðum tónleiki.
Byrja verður at spæla umleið klokkan 23:00 og liðugt er umleið klokkan 03:00.
Vit gleða okkum at síggja tykkum!