Tiltøk

Øll offentlig tiltøk sum verða hildin á Magenta

  • 10
    10.October.Saturday

    Tónleikur við Jákup Gardar Joensen, Jens Rasmussen og Kára Mikkelsen

    23:00 -03:00
    2015.10.10-2015.10.11
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Leygarkvøldið 10 Okt, kl. 23.00 – 03.30 spæla Jákup Gardar Joensen, Jens Rasmussen og Kári Mikkelsen á gamla hotellinum!

    Millum kl. 23.00 og 24.00 er happy hour: 1 øl + 1 shot fyri einans 50,-.

    Vit síggjast! 🙂

  • 14
    14.October.Wednesday

    Filosofisk Salon - evni: Skomm

    20:00 -22:00
    2015.10.14
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Filosofisk Salon – evni: Skomm

    Filosofisk salon Magenta, gamla hotellinum í Miðvági

    Reyðvín, breyð, ostur og ein eitt sindur nørdut samrøða. Við íblástri frá París í 1920unum, og frá tílíkum tiltøkum í Keypmannahavn, verða seks filosofiskar salonir á kaféini á Gamla Hotellinum í Miðvági komandi mánaðarnar. Her fáa vit eitt innlit í hetta fyri mong eitt sindur óvikomandi og torskilta øki. Tí hvat er heimsspeki ella filosofi? Hevur filosofi nakað við meg at gera? Og er heimspekin ein partur av míni tilveru? Fyri at kannað hetta nærri, ert tú boðin inn í eitt lívsfilosofiskt rúm við framløgum og samrøðum, ið taka útgangsstøði í einum filosofiskum hugtaki hvørja ferð á einum støði, har øll kunnu vera við, og við evnum, ið viðkoma okkum øll. Kvøldini byrja við einum uppleggi um evnið fyri kvøldið við heimspekinginum, Jógvan Dalbø Hansen. Síðan eru samrøður og møguleiki fyri at seta spurningar. Onkustaðni ímillum alt hetta er sjálvsagt tíð til eitt glas av víni og einum lítlum sigarsteðgi.

    Atgongumerki á 150,- kunnu bíleggjast á tlf. +298 504959 / +298 286408 ella senda mail til info@magenta.fo.

    Til ber eisini at senda ein mail til facebook síðuna okkum – Magenta, gamla hotellið í Miðvági.

    Filofiskar Salonir 2015/16

    Skrá:

    16.09.15 kl. 20.00 – 22.00: Longsul
    14.10.15kl. 20.00 – 22.00: Skomm
    18.11.15 kl. 20.00 – 22.00: Frælsi
    16.12.15 kl. 20.00 – 22.00: Takksemi
    13.01.16kl. 20.00 – 22.00: Tvídráttur (splittelse)
    17.02.16 kl. 20.00 – 22.00: Siðmenning (dannilisi)

  • 15
    15.October.Thursday

    Morgunkaffi og fyrilestur

    10:00 -12:00
    2015.10.15
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Hósmorgunin 15.10.15 kl. 10.00 verður morgunkaffi við forkunnugum fyrilestri kl. 11.00 við heitinum, Týningarlegur.
    Vagnur Streymoy kemur at vitja, og fer at greiða frá um týningarlegur undir øðrum veraldarbardaga.

    Vit gleða okkum at síggja tykkum, og ikki minst til at hoyra áhugaverda fyrilesturin.

    Kostnaður fyri morgunmatarbuffét við rundstykkjum, kaffi, te, juice, onkrum søtum og fyrilestri er 75 kr

  • 17
    17.October.Saturday

    Konsert við Piu og Ovin

    20:00 -22:00
    2015.10.17
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Leygarkvøldið 17 Okt verður forkunnug konsert við Duettini, ið er mannað av Vestmenninginum, Ovin Klein Olsen og donsku Piu Kamp Brincker.

    Tey bæði hava spælt saman í fleiri ár, og eisini givið út fløgu. Nú eru tey á konsertferð í Føroyum, og koma m.a. á vitjan á Gamla Hotellinum í Miðvági, har tey fara at spæla egin løg, men tulka eisini løg hjá øðrum tónleikarum.

    Konsertin er ókeypis, og til ber at ognað sær signeraði eintøk av fløgu teirra hetta kvøldið.

    Nærri upplýsingar fáast við at vitja heimasíðu teirra á www.duetten.dk

    Pia hevur í løtuni ein sang – ‘I musikkens favn’ – inni til atkvøðu umvegis Dansktoppen, har til ber at geva henni eina atkvøðu.

    Trýst á her fyri at hoyra sangin.

  • 17
    17.October.Saturday

    Rannvá Vesturklett, Remi og Einar spæla leygarkvøldið!

    23:00 -03:00
    2015.10.17-2015.10.18
    Magenta - Gamla Hotellið í Miðvági
    Jatnavegur, Sandavágur, Føroyar

    Leygarkvøldið fara Rannvá Vesturklett, Remi Hansen og Einar Vesturklett at fylla kafé’ina við góðum tónleiki.

    Byrja verður at spæla umleið klokkan 23:00 og liðugt er umleið klokkan 03:00.

    Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Oct 2, 2015 | Posted by in | Comments Off on Tiltøk
Premium Wordpress Themes by UFO Themes